Botnurin er stoyptur

Botnurin í langhylinum er stoyptur, og um eina viku verður farið at seta sjálvan svimjihylin upp

Vælverudepilin í Vági skrivar á heimasíðuni, svimjihollin.com, at botnurin í barnahylinum og í 50 metra hylinum nú er stoyptur.

 

Í løtuni verður arbeitt við at gera tøknirúmið, har eitt nú reinsiverkið verður, klárt, og í næstu viku verður so farið undir at seta sjálvan hylin upp. Í mun til eitt nú høllirnar í Havn og í Klaksvík, so verður hylurin bygdur oman á gólvið, ístaðin fyri at vera ein grøv í gólvinum.