Tað er botnurin, sum er vertur, og toppurin vitjar, tá ið B36 klokkan 18 fer á vøllin á Skála. B36 hevur 27 stig og í ellivu teimum fyrstu umførunum ikki farið av vøllinum uttan úrtøku, og Skála hevur fimm stig. Skálamenn eiga framvegis fyrsta sigurin til góða.
Tølini siga, at tað oftast var striltið hjá B36, tá ið vitjað var á Skála. Har hava liðini ikki spælt síðani 2008, tá ið Skála flutti niður.
At málmunurin hjá B36 er 25-11, og hjá Skála 6-18 sigur, at talan í kvøld verður um ógvuliga stór avbjóðing hjá heimaliðnum.
Skálamenn halda seg hava lært av øllum dystunum higartil. Undan vitjanini í Runavík fyri viku síðani hildu teir, at størsti lærdómurin var í 5-1 heimatapinum ímóti NSÍ. Fyri einari viku síðani taptu teir 6-1 í Runavík. Tað er vorðið sum avbjóðing hjá Eliesari Olsen at fáa sínar menn at reisa seg. Í tølum kann hann vísa teimum á, at tað var eftir uppaftur størri lúsing ímóti NSÍ, enn tann var, sum Skála fekk fyri viku síðani, at AB sunnudagin reisti seg júst ímóti B36.
B36 ríður á aldukambinum, og tíðindini upp undir vikuskifti um, at bæði Odmar Færø og Rógvi Poulsen skjótt fara at hjálpa til í strembanini eftir FM heitinum birta uppaftur meiri uppundir.
Hjá B36 eru Símun Joensen og Tórður Thomsen skaddir. Jákup Højgaard fer at verja B36 málið í dag. Tað er ivasamt, um Jákup á Borg verður førur fyri at spæla.
Hjá Skála eru allir spælararnir tøkir.









