Botnstríðið er gevandi

- Ja, sjálvsagt eru vit vónbrotnir.

Jákup á Borg og B36 eru í óvandari støðu í hesum døgum. Tað er fyrstu ferð, at landsliðsleikarin hevur tikið lut í niðurflytingarstríðnum.

- Tað er løgið. Men eg vil siga, at tað somuleiðis er gevandi. Vit vistu undan kappingarárinum, at tað fór at verða trupult. Vit læra í løtuni, hvussu vit skulu takkla ógvusliga mótgongd. Og tað er serliga gevandi, um eg einaferð verði venjari. Men vit vóna og vænta, at tað fer at venda, sigur Jákup á Borg.

Hvat tosa tit um í hálvleikinum, tá tit eru aftanfyri 2-1?

- Vit ætlaðu at leggja meira fyri í framrættaða spælinum, men megna ongantíð at leggja Víking undir trýst. Vit tosa ikki við stórum orðum í hesum døgum. Vit stríðast framvegis og tað fer at bragda hjá okkum fyrr ella seinni, sigur landsliðsleikarin, sum var bilsin um, at tað ikki vóru fleiri fólk og stuðlaðu liðnum leygardagin. Men hann leggur dent á, at liðið fegnast um tey, sum stuðlaðu.