Botnliðið vitjar í Havn

Neistamenn eru stórfavorittar, tá teir í dag fáa vitjan av Team Klaksvík

Klaksvíkingar tykjast aftur í ár at eiga leiklutin sum botnlið, men fyrsti sigurin er longu vunnin, og í fleiri av hinum dystunum hava teir væl og virðiliga prógvað, at teir ætla sær longur upp á stigatalvuna í vetur.

 

Neistin hevur veruliga gjørt vart við seg í vetur, og enn er unga manningin við í kapprenningini um oddasessirnar. Skulu Neistamenn halda fast í hesi kapprenning, so er treytaleysa kravið í dag ein sigur.

 

Mansdysturin á Hálsi verður blástur í gongd klokkan 18.30 í dag.