Botnliðið vann á oddinum

GÍ-Skála 1-0 (1-0):

Púrasta óvæntað megnaði GÍ at fáa øll stigini, tá Skála var á vitjan sunnudagin

 

2. deild


Tað var toppur móti botni, tá Skála fór til Gøtu sunnudagin, men úti á vøllinum sást tó lítið til, at so var.

Sum skilst á lagnum, megnaði oddaliðið ongan tíð at seta seg á dystin, soleiðis sum roknast kundi við, at fóru at gera. Spælið var í nógvar mátar merkt av tilvildini, og tað var eisini rættiliga langt ímillum, at veruligir málmøguleikar spurdust burtur úr uppspælinum hjá liðunum báðum.

Í fyrra hálvleiki fekk GÍ tó ein møguleika í gávu, tá skálamenn sjuskaðu við afturlegging. Áslakur R. Petersen, sum var leikbannaður fyri viku síðani, og tí kundi spæla á næst besta liðnum, kom ímillum, og eftir at hava rundað ein verjuleikara, trillaði fuglfirðingurin millum beinini á málverjanum.


Hart spæl

Í seinna hálvleiki løgdu gøtumenn, sum vera man, størsta dentin á verjupartin. Skálamenn megnaðu ongan tíð at bróta væl skipaðu verjuna niður, og ikki minst mundi tað her vera saknur í leikligu evnunum hjá Paula Hansen, sum var leikbannaður.

Til tíðir gjørdist spælið eisini hampuliga hart, og tað einu ferðina gjørdist úrslitið eitt reytt kort, tá Arnold Berg var offur fyri eini ógvusligari takling. Enn er óvist, hvussu álvarsligur skaðin var, men tá sá ógvusligt út, tá sjúkrabilurin kom á staðið eftir skálamanninum.

Seinasta hálva tíman mátti GÍ soleiðis spæla við tíggju monnum, men teir megnaðu framvegis at halda tætt, og sæð burtur frá einum tveimum royndum frá skálamonnunum, so varð talan heldur ikki teir stóru málmøguleikarnar.


GÍ-Skála 1-0 (1-0)

1-0: Áslakur R. Petersen