Botnliðið vann ímóti 07 Vestur

1. DEILD: Við heimasigri lyfti AB seg av botnplássinum

Inntil í dag hevur AB verið aftast í næstbestu deildini.

Seinnapartin vann AB 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Sigurin ber við sær, at AB ikki longur er aftast. AB er nú nummar níggju.

Tapið ber við sær, at 07 Vestur er á áttanda plássi. Tað eru tó nógv stig frá 07 Vestur og niður til AB. 07 Vestur hevur 14 stig, og AB hevur 7 stig.

Í fyrra hálvleiki vóru líkindini vánalig, meðan tey í seinna hálvleiki batnaðu.

AB legði bragdliga fyri við at tiltuska sær fleiri hornaspørk, og í fjórða minutti setti Rói Klakkstein Vilhelm hol á, tá ið hann legði AB framum 1-0.

Seinna partin av fyrra hálvleiki hevði 07 Vestur fleiri stórar málmøguleikar, og átta minuttir undan steðginum eydnaðist tað at javna. Martin Tausen javnaði til 1-1.

Seks minuttir undan leikloki skoraði AB sigursmálið. Málskjútti var Bartal S. Petersen.

https://www.in.fo/myndasavn/