Botnliðið trýsti oddaliðið

VB-kvinnurnar vóru á odda í hálvleikinum, men tað rakk ikki til stig ímóti Neistanum.

Í høllini á Hálsi bleiv í dag spældur dystur í Hvonndeildini ímillum ávíkavist oddaliðið og botnliðið í deildini, Neistan og VB.

 

Undan dystinum vóru tað 22 stig, ið skiltu liðini á stigatalvuni, men tað sást í øllum førum ikki aftur á vøllinum - í øllum førum ikki í fyrra hálvleiki. Her var tað nevniliga VB, sum hevði munin, og kundu vágbingarnir fara væl nøgdir til hálvleiks við støðuni 18-15.

 

Í seinna hálvleiki ressaðust neistakvinnurnar tó og vísti, hví liðið er á fremsta plássi í Hvonndeildini. Endaliga úrslitið gjørdist nevniliga 33-29, og vunnu neistakvinnur tískil seinna hálvleik við sjey málum.

 

Eftir teir báðar dystirnar í Hvonndeildini í dag sær stigatalvan soleiðis út:

 

1. Neistin - 32 stig 

2. Kyndil - 26 stig

3. VÍF - 23 stig

4. Stjørnan - 9 stig

5. StÍF - 8 stig

6. VB - 6 stig

 

Ymiskt er, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt. Neistin, Kyndil og VÍF hava spælt 18 dystir, Stjørnan og VB hava spælt 17, meðan StÍF hevur spælt 16 dystir.

 

Dagsins málskjúttar í dystinum í høllini á Hálsi í dag vóru hesir:

 

Neistin: Lilja Mohr 10, Eir Berg 6, Birita Jacobsen 5, Jacklin Durhuus 4, Brynja Høj 3, Nicoleta Hansen 2, Katrin á Neystabø 1, Barbara Johannesen 1 og Rakul Augustinussen 1.

 

VB: Danijela Mistric 10, Gurið K. Mortensen 7, Ingrida Kuodyte 4, Rúna M. Jacobsen 4, Una J. Nolsøe 2, Bára K. Mortensen 1 og Christina Holm 1.