Botnliðið misti á stokkinum

1. DEILD: Tveir minuttir undan leikloki javnaði B71 ímóti FC Hoyvík, sum nú er aftast

Tað var B71, sum vann eitt stig, og tað var FC Hoyvík, sum misti tvey stig, tá ið FC Hoyvík seinnapartin var á Sandi.

Úrslitið var 2-2. Tveir minuttir undan leikloki javnaði B71 til 2-2. Málskjútti var 18 ára gamli Jónas Warner, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr B36 og til B71.

Tá hevði FC Hoyvík verið frammanfyri 2-1 í 50 minuttir.

Stórt korter var farið, tá ið FC Hoyvík legði seg á odda 1-0. Málskjútti eftir horna var Svenn Jacobsen.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Clayton Soares við brotssparki. 1-1 var støðan inntil átta minuttir undan steðginum. Tá legði Villiam Emil Klein FC Hoyvík framum 2-1.

Og so var tað, at B71 tveir minuttir undan leikloki javnaði til 2-2.

Nýggi danski álopsspælarin hjá B71, Valdemar Schousboe, varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin.

Úrslitið ber við sær, at FC Hoyvík nú er aftast við seks stigum, og at B71 er á sætta plássi við 18 stigum.

Leygardagin skal B71 spæla á útivølli ímóti Víkingi, og FC Hoyvík fær vitjan av grannunum í B36.