Botnliðið misti í síðstu løtu

Teir í NSÍ fegnaðust, og teir í B68 vóru vónbrotnir.

Úrslitið í 1. deild millum grannarnar, sum í gjárkvøldið hittust á Svangaskarði, var 2-2.

Einki var at siga til, at teir í B68 vóru vónsviknir. Eftir málleysan 1. hálvleik legði B68 seg framum við tveimum málum. Gamli málrevurin Súni Fríði Barbá skoraði fyrra málið og Gestur Lómstein tað seinna.

Tá ið tveir minuttir vóru eftir minkaði Sonni L. Petersen um munin, og í yvirtíðini javnaði Pól Jóhannus Justinussen fyri NSÍ, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í B68 málið.

At tað eydnaðist NSÍ at javna í síðstu løtu ber við sær, at NSÍ framvegis er næstaftast ? tvey stig frammanfyri B68.