Botnlið fáa stig

Fleiri av hondbóltsdystunum um vikuskiftið eru millum liðini, ið ikki eru komin so væl frá byrjan, og ikki er óhugsandi, at okkurt lið fær síni fyrstu stig

Í Sunset-kappingini hjá kvinnum eru tveir dystir á skránni um viku­skiftið, og báðir eru teir sunnudagin. Neistin, sum er bæði er oddalið og føroyameistari, skal til Vestmanna at spæla ímóti VÍF, sum enn bara hevur spælt ein dyst og fingið ein javnleik. Her er Neistin favorittur, men hinvegin er framtíð í liðnum hjá VÍF, ið saktans kann bíta frá sær.
Hin dysturin er í Havn, har Kyndil tekur ímóti Tjaldri. Kyndil hevur ein javnleik og eitt lítið tap við sær, so helst fer heimaliðið at leggja nógv fyri ímóti Tjaldri, ið veru­liga var sum ein skuggi av sær sjálv­um fyri viku síðani, tá Stjørn­an var í Runavík og vann við 17 málum.

Tveir mansdystir
Hoyvíkingar hava higartil spælt tríggjar dystir í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum, men hava enn einki stig fingið. Helst síggja teir sær ein møguleika, nú StÍF í morgin vitjar í Hoyvík, hóast StÍF hevur fingið tvey stig burtur úr sínum tveimum dystum. Sum stiga­talvan peikar, hava strandingar helst ein lítlan fyrimun.
Hin dysturin verður sunnudagin á Hálsi í Havn, har Kyndil tekur ímóti Team Klaksvík. Kyndil hevur drigið svart tvær ferðir og sær ikki út til at hava neyðugu styrkina og royndirnar, meðan klaksvíkingar í vetur síggja nógv betur út, enn teir gjørdu síðsta vetur, tá teir bara vunnu ein dyst. Longu nú hava teir vunnið ein og hava javnvág í málúrtøkuni, sum boðar frá góðum hjá Team Klaksvík.