Sum støðan er í Vodafone-deildini, so eru bæði B36 og KÍ í heilt ítøkiligum niðurflytingarvanda, og tí er dysturin í dag av alstórum týdningi fyri báðar partar.
Hjá B36 ber til at stilla við at kalla sterkastu manning. Einasta undantakið er Poul Arni Jacobsen, sum situr uttan fyri við skaða.
Hjá KÍ kostaði sigurin móti Víkingi nógv á karantenu-listanum. Steffan Kalsø og John Hammer fingu báðir sítt fimta gula kort í dystinum, og teir báðir eru tí leikbannaðir saman við Høgna Madsen, sum fekk reytt kort í sigrinum mikukvøldið.