Nógv øktu kvoturnar eiga at koma øllum til góðar og geva øðrum aktørum møguleika at sleppa framat tilfeinginum.
Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum undir orðaskiftinum.
-Tey sum eru aktiv og hava rættindir hava fingið nógv tilfeingið afturat, men nú kemur so mikið nógv afturat, at onnur eiga eisini at fáa lut í hesum. Millum annað eiga vit at býta nakað av hesum um við tosk aðrastaðni, so vit kunnu lætta trýstið á okkar egnu botnfiskastovnar, segði hann.
Hann vísti á, at øktu kvoturnar, serliga av uppsjóvarfiski, ikki eru komnar av sær sjálvum, men tí at politiska skipanin hevur viljað tað - ikki bert hendan samgongan, men eisini undanfarna samgongan.
-Men avbjóðingin er framvegis botnfiskastovnurin undir Føroyum. Vit mugu arbeiða fyri at fáa hann at vaska aftur, segði landsstýrismaðurin.
Gøgni Hoydal segði eisini, at tær kvotur, sum skip høvdu í 2016 ikki minka av, at øktu kvoturnar verða seldar um eina uppboðssølu.