Av dagførda dystaryvirlitinum hjá HSF fyri januar mánað framgongur, at dysturin millum kvinnuliðini hjá Sóljuni og StÍF nú er ásettur at verða leiktur 12. januar.
Dysturin er annars í tveimum umførum útsettur. Fyrst tí høllin á Giljanesi ikki var tøk til endamálið, og síðani tí StÍF ikki møtti upp á nýggja leikdegnum, tó at hvørki Sóljan ella dómararnir til dystin høvdu fingið boð um hetta.