Botndystur í meistaradeildini

Lagt var upp til sannan botndyst í meistaradeildini hjá monnum leygardagin, tá ið SÍ tekur ímóti Fleyr.

Undan dystinum liggur SÍ aftast við einum stigi, meðan Fleyr liggur næstaftast við fýra stigum. Hesi bæði liðini hava ligið og stríðst í botninum í alt ár, og tí verður lagt upp til ein spennandi dyst. Vinnur Fleyr dystin, so hava teir enn ein lítlan møguleika at røkka heiðursmerkjum. Fleyr hevur eisini havt munin á SÍ í ár. Av teimum trimum innanhýsis dystunum hevur Fleyr vunnið tveir, og teir eru eisini lítlit favorittur undan dystinum leygardagin.