Ein dystur í Sunset-kappingini verður spældur í Vestmanna í kvøld klokkan 19.45, tá VÍF tekur ímóti StÍF. Hetta eru tey bæði niðastu liðini hjá kvinnunum og VÍF og StÍF hava ávikavist sjey og trý stig.
Liðið, ið liggur oman fyri tey bæði, er Kyndil við 14 stigum, og nú dystirnir fækkast, hevur hvørki av liðunum í veruleikanum tað stóra at spæla fyri, tí tey koma undir øllum umstøðum at enda sum tvey tey niðastu.
Kanska gestirnir hava størri motivatión, tí skal StÍF sleppa av aftasta plássinum, áðrenn kappingin er liðug, er tað í øllum førum eitt krav, at hesin dysturin verður vunnin, tí vinnur VÍF, eru vestmannakvinnur seks stig frammanfyri.