Tvey lið liggja klárt aftast í meistaradeildini hjá kvinnum, og júst hesi bæði liðini bresta saman í Klaksvík leygardagin.
Á aftasta plássi liggur KÍF. Tær hava bert vunnið ein dyst í ár, og tann sigurin kom í fyrsta umfari, tá tær vunnu á SÍ. Eftir hetta hava tær tapt allar dystirnar, men fleiri ferðir hava tær verið nær við.
Hjá Mjølni hevur heldur ikki gingið ov væl. Tær liggja næstaftast við fýra stigum, men gongdin hevur ikki verið so galin síðstu dystirnar. Mikudagin fingu tær best møguligu upptakt til botndystin ímóti KÍF, tá tær heldur óvæntað vunnu á 3-2 á Giljanesi ímóti Dráttu. Við sigrinum sluppu tær eisini av aftasta plássinum fyri fyrstu ferð í ár.
Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum eina ferð fyrr í ár, tá tey brustu saman í Kollafirði. Tann dystin vann Mjølnir 3-1. Vinnur Mjølnir dystin leygardagin, so nærkast tær ovaru liðunum, meðan KÍF helst má vinna dystin, fyri at tær ikki skulu liggja púra einsamallar niðast í bestu kvinnudeildini.