MANSHONDBÓLTUR
Tvey lið eru dottin nakað aftur um hini liðini í bestu mansdeildini í hondbólti. Mikukvøldið hittast júst hesi bæði liðini, tá H71 tekur ímóti Kyndli. H71 er í løtuni á næstaftasta plássi við trimum stigum, meðan Kyndil er aftast við bert tveimum stigum.
Hesi bæði liðini hava leit einaferð fyrr í ár, og tá vann Kyndil 36-31. Hetta er eisini einasti sigurin, sum meistararnir hava fingið í ár.
Hjá hoyvíkingum eru allir mans tøkir til dystin. Niels Viggo Niclassen heldur, at verjan verður týðandi í dystinum mikukvøldið.
- Tað er sera týdningarmikið at fáa verjuna at koyra. Vit skulu elst hava eina kontana verju ímóti Kyndli. Harafturat skulu vit spæla skjótt, og so skulu vit fáa gongd á mótálopini.
Hjá Kyndli eru eisini allir mans tøkir til dystin. Hjalti M. Jacobsen sigur, at nú byrjar spælið veruliga at rigga í venjing.
- Nú stendur betur til hjá okkum. Inntensiteturin hevur veið høgur síðstu venjingarnar, og eg haldi, at vit hava bara brúk fyri einum sigri, so eru vit komnir í gongd.