Fótbóltur
Flytur Skála niður, so er hetta ein staðfesting av tí, sum nógv spáddu undan kappingarbyrjan. Og nøkur vanlukka er tað ikki fyri felagið, hóast tey sjálvandi vilja halda fast um sessin, sum Skála hevur hildið fast um, síðani uppflytingin varð veruleiki á heysti 2001.
Hinvegin er talan um alt annað enn hugaliga støðu hjá KÍ. Enn er liðið oman fyri niðurflytingarstrikuna, men bara tað at liva í niðurflytingarvanda er alt annað enn hugaligt hjá siðvanda felagnum, sum saman við HB er einasta felagið, sum altíð hevur átt umboðan í bestu deildini. Og tí kann talan gerast um nærum vanlukkuliga støðu í Klaksví, kemur niðurflytingarvandin nógv nærri, enn hann er í løtuni.
Um ikki annað, so kunnu báðir venjararnir fegnast um, at teir hava allar mans tøkar.
Hjá Skála var Arnhold Berg leikbannaður seinast, men hann er nú aftur tøkur hjá John Petersen, sum ikki sigur seg hava skaðar av nøkrum slag at hugsa um í løtuni.
Hjá KÍ vóru Rodrig da Silva og Milic Curcic burtur frá seinast. Talan var tá um innanhýsis leikbann, sum varð givið av disciplinerum ávum, men teir eru nú aftur tøkir hjá venjaranum. Frá Fótbóltssambandinum eru eingi leikbann, og skaðar eru heldur ikki í hópinum, verður sagt.