Á Skála hava tey funnið optimismuna aftur eftir sannførandi sigurin á GÍ. Trý stig og ein innspræning av hart tiltrongdum sjálvsáliti. Í vikuni er eisini nýggi venjarin komin, og av Skála verður sagt, at hugburðurin undir venjing er heilt øðrvísi nú.
Og skálamenn hava eisini alla orsøk til at fegnast, tí í smala hópinum er tað bara ein leikari, sum hevur givið avboð, meðan lyklaleikararnir Pauli G. Hansen og Bogi Gregersen báðir hava meldað seg tøkar aftur.
Málverjin Predrag Markovic verður ikki við. Hann hevur verið sjúkur og er farin til heimlandið Serbia at kannast nærri. Tað merkir, at tað aftur verið blaðungi Hans Jørgensen, sum fer at verja málið hjá Skála.
Hjá VB/Sumba er optimisman ikki heilt tann sama sum á Skála. Teir løgdu bragdliga fyri og vunnu móti AB, men hava síðani tapt fýra dystir á rað. Tað er ikki nøktandi og tí fara teir at gera alt fyri at venda gongdini móti Skála.
Men hetta verður ikki bara sum at siga tað. Serliga ikki nú tað er greitt, at Evrard Ble ikki kann spæla fótbólt um vikuskiftið. Spurningurin er nær hann verður tøkur aftur, tí í Suðuroy óttast tey, at liðbondini eru slitnað hjá raska miðvallarleikaranum.