Fótbóltur
- Tað er einki at ivast í, at hetta er ein av teimum dystunum, sum vit skulu vinna. Nú hava vit tapt tvær ferðir á rað, og tí ræður um at fáa stig á heimavølli.
Soleiðis sigur Bárður B. Danielsen, nú Skála ger seg til at spæla tað, sum líkist einum botnbraki móti B68 mikukvøldið.
Men tað verður eitt sindur skerdari manning, at Skála fer undir dystin.
Alexandur Johansen, sum heldur ikki var við á Sandi, er ikki tøkur av arbeiðsávum, og Erland B. Danielsen hevur skaða at dragast við, og tí verður hann neyvan tøkur til dystin.
Hjá B68 er danski Jacob Bymar størsta ivamálið. Áleyparin noyddist heilt tíðliga av vøllinum, tá B68 spældi móti HB sunnudagin, og tað er ivasamt, um hann enn er førur fyri at spæla.
Øssur Hansen er avgjørt ein av royndastu monnunum hjá B68, og hann er ikki í iva um týdningin, sum dysturin mikukvøldið hevur.
- Vit hava bara eitt stig enn, so hetta er ein dystur, sum vit helst skulu vinna. Og í øllum førum er sera umráðandil, at vit ikki tapa, sigur hann.
Og tað er við góðum treysti, at Øssur og liðfelagarnir fara undir uppgávuna á Skála.
- Hóast vit hava tapt tríggjar av fýra ferðum, so hevur hugburðurin verið fínur seinastu dystirnar. Og halda vit fast í hesum, so haldi eg avgjørt, at tað eru góð útlit fyri dystinum, sigur hann.