TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum høvuðsvenjarin hjá VÍF, Ingi Olsen hevði at siga í samrøðu við Trónd Arge á Rás2 aftaná 28-16 heimasigurin hjá VÍF á KÍF norðuri í Vestmanna í kvøld.
Tróndur vildi frætta um hvør hevði rindað bótina hjá Heina Hanusarsyni, men har segði Ingi, at hann hevði vent tað blinda eygað til tað málið, og hann vildi ikki vita hvør hevði rindað bótina uppá 5.000 krónur, sum Heini fekk fyri at hava bersøgnar útsagnir um føroysku hondbóltsdómararnar.
Um dystin sjálvan segði Ingi, at tað var sjáldsamt at vinna ein so lættan sigur á KÍF, tí vanliga er talan um harðar og tættar dystir millum vestmenningar og kollfirðingar, men kollfirðingar vóru sjáldsama tamir í kvøld. Ingi gloymdi tó ikki at rósa sínum spælarum fyri eitt gott avrik í kvøld.
Støðan í FTZ deildini :











