Meginfelag teirra, ið bera brek minnir í dag á fólk, at neyðugt er at endurnýggja parkeringskortini.
Tey gomlu avlamisskeltini fóru úr gildi 1. mars 2015, og er tí neyðugt hjá teimum, ið høvdu tey, at søkja um eitt nýtt. MBF upplýsir, at um tey gomlu kortini verða nýtt, so kann førarin rokna við at fáa parkeringsbót.
Felagið brúkar eisini høvi at minna fólk á, at parkeringspláss, sum eru merkt við mynd av fólki í rullistóli, eru einans ætlað fólki, ið bera brek. Treytin fyri at nýta hesi parkeringspláss er, at ein í bilinum hevur parkeringskort at leggja sjónligt í forrútinum í bilinum, tá ið parkerað verður.
Umsóknaroyðublað liggur á heimasíðuni mbf.fo undir savn/oyðubløð og skulu sendast til MBF við telduposti ella sum vanligur postur.
Parkeringskortið, sum MBF gevur út fyri Akstovuna, kann eisini nýtast í Danmark og øðrum ES londum.