Bossi vil hava Berlusconi frá

Umberto Bossi, sum er formaður í italska flokkinum Liga Norður, og sum í mong ár hevur verið ein av trúgvu stuðlunum hjá Silvio Berlusconi, mælir nú forsætisráðharranum til at leggja frá sær. Hann hevur samstundis skotið upp, at fyrrverandi løgmálaráðharrin Angelino Alfano eigur at taka við eftir Berlusconi.

-Vit hava biðið forsætisráðharran fara til viks, segði Umberto Bossi við tíðindafólk í dag.

Silvio Berlusconi stendur ikki so sterkur í tjóðartinginum longur, eftir at fleiri tingmenn hava sagt, at teir hava gjørt av at venda honum bakið. Kortini hevur hann avsannað øll tíðindi um, at hann fer frá.