Bosniskur landsliðsleikari til VB

21 ára gamla Vladana Lazendic, sum er bosniskur landsliðsleikari, fer komandi kappingarár at spæla við besta kvinnuliðnum hjá VB.

Vladana Lazendic spælir á vinstra bakki á landsliðnum og fer eisini at spæla á bakkplássinum hjá VB.

Suðurrás skrivar, at Vladana er komin til Vágs, men situr í sóttarhaldi, tí hon er komin uttan úr heimi. Vladana varð korona-kannað heima, áðrenn hon kom til Føroyar, og aftur á flogvøllinum, og skal so aftur kannast í dag, sigur Bogi Mortensen, formaður í VB við Suðurrás.

- Og eftir hetta fer hon so at venja saman við VB-kvinnunum, sigur formaðurin í VB.