Tað hevur gingið illa í hond hjá uppflytarunum av Toftum, B68, í hesum kappingarárinum. Eftir 16 umfør er B68 niðast á stigatalvuni við sjey stigum. Ongin dystur er vunnin enn, tí at øll hesi stigini eru komin eftir javnleikir.
Nakrar av orsøkunum til ringu gongdina hjá B68 eru, at toftamenn hava latið flest mál inn, og eisini hava teir skorað næstfægst mál. Nú røkist tó fyri, at B68 fer at styrkja um álopspartin, so fleiri mál kunnu blíva skorað.
Sambært álítandi keldum hjá Miðlahúsinum fer 32 ára gamli bosniski áleyparin, Damir Ibric Yüksel, at spæla við B68 í seinnu hálvu. Søgan gerst ikki minni álítandi av, at framherjin sjálvur hevur lagt eina mynd út av sær og hansara komandi liðfeløgum í B68. Yüksel er maðurin uttast til vinstru.
Sambært Wikipedia hevur Damir Ibric Yüksel spælt seks landsdystir fyri U21-landsliðið hjá Bosnia-Herzegovina. Eisini hevur hann áður spælt á sama liði sum Semir Hadzibulic hjá KÍ.
Skiftið hjá bosniska framherjanum er tó ikki váttað enn av B68.










