Bosniska fótbóltssambandið varð stovnað 17. juli 1992 ? tveir mánaðir eftir at borgarakríggið í hesum gamla lýðveldinum í Jugoslavia brast á. Men orsakað av krígnum gingu nærum trý ár við so at siga ongum fótbóltsvirksemi yvirhøvur. Í 1995 varð ein landsfevnandi fótbóltskapping spæld, men ikki fyrr enn í 1995/96 var tann fyrsta veruliga landskappingin spæld í Bosnia-Herzegovina.
Í mai 1995 fekk Bosnia-Herzegovina royndarlimaskap í FIFA, og eitt ár seinni bleiv landið alment limur í FIFA og UEFA. Fyrsta stóra stigið framá var, tá landið var við í lutakastinum til undankappingina til HM í 1998. Henda altjóða góðkenningin var eitt skump í ryggin til alt annað fótbóltsvirksemi í einum landi, sum í meir enn trý ár hevði verið miðdepul í einum ræðuligum kríggi.
Við ríka jugoslaviska fótbóltsarvinum í huga síggja bosniarar seg ikki sum outsidarar. Og tað prógvaðu teir longu í teirra fyrstu undankapping við at fáa 9 stig í teirra undanbólki til kappingina í Fraklandi (tveir sigrar á Slovenia og ein víðagitin 3-0 sigur á Danmark). Harafturat eigur ein ikki at gloyma, at teir vunnu 2-1 á Italia í einum vinardysti í Sarajevo, og at teir í einum útidysti bert taptu 1-0 móti Brasilia (Ronaldo skeyt málið beinleiðis upp á fríspark). Nú ? á gáttini til undankappingina til EM í 2000 ? stíla teir enn hægri.
? Eg haldi, at okkara lið kann spæla upp móti favorittunum í okkara bólki, Skotlandi og Kekkia, sigur nýggi bosniski landsliðsvenjarin, tann 54 ára gamli Dzemaludin Musovic.
Hvat kann føroyska liðið so vænta sær mikudagin? Hvussu sterkt er landsliðið hjá Bosnia-Herzegovina?
Tað er rættiliga sannlíkt, at vertslandið byrjar dystin við sterkast møguligu uppstilling ? við ellivu monnum, sum spæla í fremmandum kappingum. Spælistílurin víkir ikki nógv frá stílinum hjá Kroatia (nummar trý í HM í Fraklandi) og Jugoslavia (millum tey seinastu 16 í Fraklandi). Sjálvandi merkir tað ikki, at støðið á bosniska landsliðnum er á hædd við tað hjá Kroatia og Jugoslavia, men tað skerst ikki burtur, at bosniska liðið á mongum økjum líkist hinum báðum.
Lyklaspælararnir spæla við liðum so sum Bayern München, Borussia Dortmund, AS Monaco, Tenerife, Fenerbahce Istanbul, Croatia Zagreb? og tað er nóg gott prógv um støðið á bosniska landsliðnum.
Venjarin Dzemaludin Musovic, sum var hjálparvenjari hjá Ivica Osim, tá liðið hjá gamla Jugoslavia endaði á fimta plássið í HM í Italia í 1990, tók við starvinum eftir at undankappingin til Fraklands var av (undangongumaðurin Fuad Muzurovic gjørdist venjari hjá Adanaspor í Turkalandi), men hann var við í landsliðsarbeiðnum longu áðrenn tað.
Hansara týdningarmesta uppgáva er at gera eitt sterkt lið burtur úr sterkum einstaklingum og at styrkja um verjuna, sum var veikasti liðurin í HM-undankappingini.
Hvørjir eru so teir týdningarmestu spælararnir? Hasan Salihamidzic verður mettur sum ein av evnaríkastu áleyparunum í týsku bundesliguni í løtuni. 21 ára gamli framherjin við eini fortíð í Hamburger SV spælir í vinstru síðu, hann er skjótur og sera væl fyri tekniskt. Salihamidzic leggur upp til nógv og kann eisini sjálvur enda álopini.
Tann 31 ára gamli liðskiparin Meho Kodro er maðurin við flestu altjóða royndunum. Tann 1,88 m høgi maðurin úr Mostar er ein klassiskur senterforward og er longu í hált við sítt sjeynda ár í sponskum fótbólti (Real Sociedad, Barcelona, Tenerife) og var eisini á landsliðnum hjá gamla Jugoslavia.
Spælskiparin er 26 ára gamli Elvir Bolic úr Fenerbahce Istanbul. Hann kann eisini spæla sum áleypari. Bolic er ein sera tekniskur spælari. Tá hann í 1991/92 spældi við Reyðu Stjørnu úr Beograd, sóu viðhaldsfólkini í honum eftirmannin hjá Dejan Savicevic, sum longu tá spældi við AC Milan. Seinni gjørdist Bolic ein stór stjørna í turkiskum fótbólti.
Ein annar týdningarmikil maður á miðvøllinum er 26 ára gamli Sergej Barabarez frá Borussia Dortmund. Hann er eisini sera væl fyri tekniskt og er serfrøðingur í málgevandi sendingum. Barabarez fór úr Mostar, tá kríggið brast á, og hevur síðani skapt sær eina karrieru í týskum fótbólti. Hann byrjaði í Hannover 96 og fór síðani til Union Berlin, áðrenn hann gjørdi sáttmála við Hansa Rostock og nú altso Dortmund.
Um ein so leggur sera evnaríka 22 ára gamla Elvir Baljic úr Fenerbahce Istanbul afturat listanum, sæst skjótt, at styrkin hjá bosniska landsliðnum er í álopinum. Men tað merkir tó ikki, at Bosnia-Herzegovina ikki eisini eigur sterkar og støðugar spælarar í verjuni og á miðjuni. Í verjuni er eitt nú 29 ára gamli Suad Katana úr Adanaspor í Turkalandi, 28 ára gamli Muhamed Konjic úr Monaco, og 26 ára gamli Sead Kapetanovic úr VfL Wolfsburg. Og á sentrala miðvøllinum er tann sterki vinstraføtti Edin Mujcin (28 ár) úr Croatia Zagreb.
Í 20-mans stóra hópinum hjá Bosnia-Herzegovina móti Føroyum eru bert tveir spælarar úr heimligu bosnisku kappingini: Eykamálverjin Mirsad Dedic úr FK Sarajevo og áleyparin Almedin Hota úr Bosna Visoko.
Ein onnur styrki hjá liðnum er, at motivatiónin er risastór, tí teir eru framvegis nýbyrjarar á stóra altjóða fótbóltsvøllinum. Hóast summir av spælarunum kanska ikki eru so áhugaðir í politikki, er eingin ivi um, at tað eisini hjá teimum er ein serlig kensla at spæla fyri Bosnia-Herzegovina sum ein óheft tjóð.
Hóast føroyska liðið ikki er nakað lokkandi mótstøðulið, kann ein rokna við, at tað verður heitt í Sarajevo. Kanska verður Kosovo Stadion ? karmur fyri setanina av olympisku vetrarleikunum í 1984 ? ikki heilt fylt. Men í Sarajevo vænta tey, at eini 20.000 í øllum førum fara at koma til dystin og fara at stuðla sínum liði av heilum hjarta. Eins og tey gjørdu fyri tveimum vikum síðani, tá FK Sarajevo spældi returdyst móti Germinal Ekeren í UEFA Cup-kappingini (dysturin endaði 0-0). Hóast ein 1-4 ósigur í Belgia skaptu heimaáskoðararnir eina ótrúliga atmosferu og stuðlaðu sínum liði allar 90 minuttirnar.
Dzemaludin Musovic avgjørdi ikki at brúka ov langa tíð til fyrireikingarnar. Hann vildi heldur, at spælararnir hjá sær, sum allir júst eru byrjaðir upp á eitt nýtt kappingarár, spældu fyri síni lið runt um í Europa.
Ein av týdningarmiklastu uppgávunum hjá venjaranum undan dystinum mikukvøldið verður at sannføra sínar spælarar um, at tað ikki loysir seg at undirmeta mótstøðuliðið. Annars er almenna hugsanin í Bosnia meir ella minni, at »tað er bert ein spurningur um, hvussu nógv mál vit fara at fáa móti fiskimonnunum úr Føroyum«.
Musovic veit nógv um føroyska liðið. Tað ljóðaði ikki bert sum diplomatiskt gestablídni, tá hann segði við Sosialin:
? Eg havi sæð fleiri dystir á sjónbandi, og eg veit, at liðið hjá Allani Simonsen hevur gjørt rættiliga stóra framgongd seinastu tvey árini. Tíðin, tá teir vóru við bert fyri at vera við, er av. Teir hava vunnið Malta tvær ferðir. Teir mundu fingið javnleik móti Slovakia. Teir taptu báðar dystirnar móti frálíka kekkiska liðnum við bert 0-2, sigur Musovic
? Eg sá eisini seinasta dystin hjá teimum, har teir taptu 0-5 móti Estlandi, men mistu málmannin eftir tjúgu minuttum orsakað av einum reyðum korti. Sjálvandi rokni eg við, at liðið hjá mær spælir væl og vinnur, men vit mugu ikki fara inn til henda dystin og rokna við eini málveitslu, sigur bosniski venjarin.