Bosnia-Hersigovina víðari í HM fyri fyrstu ferð

Bosnia-Hersigovina hevur fyri fyrstu ferð í søguni tryggjað sær pláss í útsláttarspælinum í einum HM-endaspæli í fótbólti.

Bosniar gjørdu sítt arbeiði mikukvøldið við at vinna 3-1 á Katar og endaðu harvið við fýra stigum í bólki B.

 

Tá dysturin var liðugur, var tó ikki greitt, um tað fór at røkka til eitt pláss sum eitt av bestu triðjaplássunum. Men eftir at tveir aðrir bólkar vóru lidnir í nátt, gjørdist greitt, at Bosnia-Hersigovina hevur tryggjað sær pláss í útsláttarspælinum.

 

Átta av teimum tólv liðunum, sum enda á triðja plássi í bólkaspælinum, sleppa víðari.

 

Hetta er bert aðru ferð, at Bosnia-Hersigovina luttekur í HM-endaspælinum. Fyrstu ferð var í Brasil í 2014, tá liðið ikki megnaði at sleppa víðari úr bólkaspælinum.

 

**Myndatekstur:**

 

Kerim Alajbegovic legði lunnar undir 3-1-sigurin hjá Bosnia-Hersigovina á Katar. Sigurin tryggjaði bosnium pláss í útsláttarspælinum í HM fyri fyrstu ferð. Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix.