Bosniska Fótbóltssambandið vil ikki gera eftir boðum frá FIFA og UEFA og broyta trímans formansskapin til ein einstakan persón, og er tí leikbannað. Fótbóltssamgongurnar hava kravt, at trímans formansskapurin verður broyttur til ein einmans forseta, men Bosniska Fótbóltssambandið noktaði á fundi at akta FIFA og UEFA. Og tað hevur nú ført til, at FIFA hevur leikbannað Bosnia-Hercegovina.
Hetta merkir, at landið ikki kann spæla altjóða dystir, so leingi leikbannið varar.
Bosnia-Hercegovina er í løtuni nummar fýra í undankappingarbólki D til EM í Polen og Ukraina 2012, aftan fyri oddaliðið Frakland og eitt stig aftan fyri Hvítarusland og Albania, tó við einum dysti færri.
Bosnia-Hercegvina skal leika næsta dystin 3. juni móti Rumenia, men sum nú sær út verður eingin dystur landanna millum.
Bannið forðar eisini fótbóltsfeløgum í Bosnia-Hercegovina at spæla altjóða dystir, skrivar BBC.