Bosch 125 ár

Týska Bosch konsernin kann í ár hátíðarhalda, at 125 ár eru liðin síðan Robert Bosch stovnaði fyritøkuna í Stuttgart í 1886.

Bosch er í dag ein leiðandi altjóða leverandørur av teknologi og heimsins størsti veitari til bilaídnaðin. Í ár eru eisini liðin 150 ár liðin síðan Robert Bosch varð føddur í 1861. Robert Bosch andaðist 12. mars 1942, 80 ára gamal. Bosch er í dag umboðað í yvir 60 londum við 283.500 starvsfólkum kring um í heiminum.