Oljuleiting
Boringin er gingin skjótari enn væntað tvs. at har hava ikki verið trupulleikar við basalti ella øðrum. Høvuðsmálið hjá Hess nærkast í hvørjum Gongur sum nú verður borurin frammi á einum av teimum mest týðandi høvuðsmálunum einaferð í næstu viku. Tað frættist, at kjarnur eru tiknar upp men einki frættist um úrslitið av hesum kjarnuroyndum. Eftir tí sum skilst í oljuverðini hevur boringin enn ikki havt við sær nakað sum líkist einum fundi. Men tað er so heldur ikki í andsøgn til vónirnar at finna olju, tí tær snúgva seg serstakliga um endaliga málið umleið 3800 metrar niðri í undirgrundini.
Gitingar eru tó um einstøk oljuspor, men tað fáa vit ikki váttað. Okkurt bendir tó á, at eisini í hesi triðju boringini við Føroyar eru staðfest oljuspor. Men tað er tó ikki nóg mikið til at geva vónir um verulig oljufund. Tað mugu vit so bíða eftir í hvussu er nakrar dagar aftrat. Boringin byrjaði 20. september, so í morgin er ein mánaði farin. Helst verður boringin liðug nakað fyrr enn mett tvs. umleið 1. november.