Danska sóloyggin er upp á tað nærmasta í undantaksstøðu. Teir eru givnir at grava, og strandaðir jólagestir verða hýstir á hernaðarstøðum og ítróttahøllum í Rønne. Tað munnu vera tey allarflestu, sum ynskja sær eini hvít jól, men so hvít, sum tey hava á Bornholm er helst ivasamt.
Har er meiri ella minni alt steðga upp. Grivið verður ikki meiri fyri kava, og tey mongu, sum ikki sleppa víðari úr Rønne, gista á hernaðarsstøðum og ítróttahallum.
- Fólk skilja ikki, hvussu álvarsom støðan er. Eg bjóðaði einari familju lyklarnar til míni hús í Rønne, men tey søgdu seg hava góðan bil við kavaketum, so tey kláraðu helst at koyra til Snogebæk, har tey skuldu halda jól, sigur Stine Bram, sum fór av Bornholm at halda jól, við donsk bløð.
Politimeistarin á Bornholm er eisini argur um, at fólk ikki lurta eftir ávaringunum um ikki at koyra í ringa veðrinum, og kallar tað reinur ørskapur.
DMI sigur, at ringa kavaveðrið ikki hæsar av fyrr enn út á seinnapartin, men tað verður framvegis kavaveður á Bornholm, skriva donsk bløð.