Boristjóri hjá Statoil hevur góðar vónir

Hann hevur staðið á odda fyri boringum í Norðsjónum, við afrikonsku strondina og í Meksikanska flógvanum seinastu 21 árini. Nú setir hann sítt álit á føroyska landgrunnin.


 

Nú norska oljufelagið Statoil ger klárt til at bora á føroyska landgrunninum um góðar fýra mánaðir er »boriliðið« við at fáa fast undir fótum her á klettunum. Tey umleið 12 fólkini, tey flestu norskir serfrøðingar í oljuleiting, koma til Føroya í næstum. Nú skrivstovan er komin uppá pláss í miðbýnum í Havn og íbúðir eru leigaðar til manningina er boristjórin ella sum tað verður nevnt á altjóða oljumáli »the drilling manager« komin til Føroya úr Nigeria at standa fyri neyðugu fyrireikingunum. Hann eitur Helge Håland og hevur drúgvar royndir í oljuheiminum. Hann hevur starvast hjá Statoil í 21 ár og hevur harvið verið við í meginpartinum av oljutilgongdini í Noregi, sum byrjaði fyri umleið 30 árum síðani.

Í kavaveðrinum fríggjadagin leitaðu hann og føroyski stjórin á leitideildini hjá Statoil í Føroyum, Rúni Hansen sær niðan í Hoyvík at hitta leiðsluna í Oljumálastýrinum. Har høvdu topparnir í føroysku oljuumsitingini høvi til at hitta boristjóran, sum ? hvør veit ? kanska verður tann fyrsti til at útrópa Føroyar sum oljutjóð.

Sum so skuldi hann havt neyðugu royndirnar. Tí øll hesi árini hjá Statoil hevur hann staðið á odda fyri oljuboring í nógvum londum, í Norðsjónum, í Afrika, í USA og aðrastaðni við. Helge hevur m.a. verið við til at finna oljuna í nýggja Statoilfeltinum Siri í danska partinum av Norðsjónum. Hann hevur eisini verið knýttur at mongum áhugaverdum boringum í Norðsjónum, seinast Yme-feltinum, sum hevur víst seg at vera sera væleydnað.

Sum boristjóri arbeiðir Helge sum projektleiðari á landi. Tað verður hann, sum fer at hava høvuðsábyrgdina av fyrstu boringini við Føroyar. Hjá sær á skrivstovuni fer hann at hava umleið 12 fólk og harumframt eru nógv fólk á sjálvum pallinum. Frá juni og tveir mánaðir fram fara hann og hini fólkini á boriliðnum at vera til arbeiðis stóran part av samdøgrinum og fylgja tí helst fyrstu boringini nakrantíð á føroyska landgrunninum.

Helge kennir eisini til at bora á djúpum vatni. Tað árið hann arbeiddi í Nigeria boraðu teir á 1300 metra dýpi og vóru hepnir at finna nógva olju. Nú vónar inniliga, at teir gera eitt fund, sum kann koma Føroyum væl við. Hóast talan bert verður um at bora ein brunn hetta fyrsta árið, so heldur Helge møguleikarnar verða góðar fyri at raka við olju.

? Eg skal gera alt eg eri mentur fyri at fáa Føroyum og Statoilbólkinum eitt so gott úrslit sum til ber sigur Helge Håland.