Nýggi borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Eyðbjørn Thomsen, hevur nógv jørn í eldinum. Hann arbeiðir í frálandavinnuni, og tá hann er heima, er hann borgarstjóri, umframt at hann er við í Lions Suðuroy, kassameistari í FC Suðuroy - og bóndi við 150 áseyðum.
Eyðbjørn er 40 ára gamal. Hann hevur sitið í bygdaráðnum seinastu fýra árini, og í undanfarna skeiði var hann eisini varaborgarstjóri.
Á kommunuvalinum hin 13. november í fjør hevði hann eitt rættiliga gott val, har hann fekk tilsamans 65 persónligar atkvøður, sum er eitt stórt tal í eini lutfalsliga lítlari kommunu. Sumbiar kommuna fevnir eisini um Lopra, Akrar og Víkarbyrgi, men í Víkarbyrgi er eingin fastbúgvandi.
- Eg eri heilur sumbingur við einum sletti úr Víkarbyrgi, haðani onnur omma mín varð ættað.
Eyðbjørn Thomsen arbeiðir á boripalli, og her fæst hann serliga við klárgering av brunnum, bæði nýggjum brunnum og brunnum, sum eru boraðir. Hann fæst eisini eitt sindur við stoyping í sambandi við arbeiði.
- Eg havi arbeitt á boripalli í 13 ár. Alt byrjaði við, at vit fóru á boriskeið í Havn í 1998. Tað var Stavanger Maritime Skole, sum stóð aftanfyri skeiðið, og føroysku partarnir vóru eitt nú mentamálaráðið, Sjómansskúlin og Maskinskúlin. Skeiðið koyrdi í einar sjey vikur, og vit vóru einir 10, sum luttóku.
Hann sigur, at teir fýra føroyingarnir, sum starvast hjá sama felag, vóru allir á hesum skeiði, har teir eisini fingu prógv.
- Hetta gav okkum møguleikan at fara út í frálandavinnuna og var líka sum bilettin, ið hjálpti okkum út. Frammanundan hevði eg bara 9. floks prógv. Síðan tá hava vit verið á fleiri skeiðum, sum tíðin er gingin, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.