Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer í dag at siga ES leiðarunum, at skilnaðaravtalan millum bretar og ES hevur »sjálvmótsigandi« lutir í sær og skal skrivast av nýggjum.
Tað skrivar bretska blaðið The Telegraph.
Ávísir partar í avtaluni vóru »óvæntaðir«, tá teir vóru avtalaðir, heldur ein høgstandandi kelda í stjórnini sambært blaðnum.
Og tað verður eisini boðskapurin hjá Boris Johnson til ES.
– Avtalan er sjálvmótsigandi á ávísum økjum – hon tosar um at verja innara markaðin hjá ES, men eisini um at geva Norðurírlandi fría atgongd til bretska marknaðin, sigur keldan við The Telegraph.
– Man kann ikki fáa bæði.
ES og Bretland undirskrivaðu skilnaðaravtaluna í oktober í 2019, og brexit gjørdist veruleiki 31. januar í 2020.
Frá tí degi byrjaði ein avtalað skiftistíð, har felags reglur framvegis eru galdandi. Hon gongur út 31. desember í ár.
ES og Bretland hava síðani skilnaðaravtaluna havt sera trupular samráðingar um framtíðar viðurskiftini, og í dag byrjar so áttanda samráðingarumfarið.
/ritzau/