Boris Johnson slept politiskari bumbu

Boris Johnson, ið av mongum hevur verið mettur at vera favorittur til at gerast næsti leiðarin fyri Konservativa flokkin og harvið nýggi forsætisráðharrin í Bretlandi, slapp fyri løtu síðan eina politiskari bumbu, tá hann boðaði frá, at hann ikki stillar upp til formansvalið.


- Tað verður høvuðsmálið hjá næsta forsætisráðharranum í hesum landi. Vinir, eg má siga tað við tykkum, ið hava so trúfast bíða eftir endanum av hesi røðu, at eftir at hava tosað við mínar samstarvsfelagar, og havandi í huga umstøðurnar í parlamentinum, havi eg avgjørt, at eg eri ikki rætti persónurin, segði Boris Johnson á tíðindafundi fyri løtu síðani.


Avgerðin er tikin eftir, at Michael Gove, ein av nærmastu stuðlunum hjá honum, kunngjørdi fyrr í morgun, at hann ætlar sær at gerast nýggjur formaður.


Líkt er til, at tað er avgerðin hjá Michael Gove, ið er avgerandi fyri, at Boris Johnson hevur tikið avgerðina ikki at stilla upp.


Higartil eru tey fimm tinglimir, ið hava boðað frá at tey stilla upp til valið. Umframt Michael Gove, so eru tey Stephen Crabb, Liam Fox, Andrea Leadsom ogTheresa May.