Boris Johnson linkar koronukrøv til barrir

Handlar, hárfríðkanarstovur og fitnessmiðstøðir um alt Ongland kunnu lata uppaftur, tá koronustongsulin endar 2. desember.

Men á øðrum økjum verða tiltøkini herd.

Tað segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, í dag í eini røðu í Undirhúsinum í London.

Hann fer eisini at broyta ein grein um ensku barrinar, sum nógv hava funnist at, síðani stongsulin kom í gildi 6. november.

– Vit vilja broyta tað til, at síðsta skeinking kann vera klokkan 22 og at øll skulu vera úti klokkan 23, sigur hann.

Tað snýr seg tó ikki tey harðast raktu økini, har sonevnda støði trí er galdandi. Her kunnu barrir og matstovur bara selja út av húsinum.

/ritzau/Reuters