Boris Johnson leggur frá sær sum forsætisráðharri

Trýstið á Boris Johnson er vaksið nógv seinastu tveir dagarnar. Hann leggur frá sær usm forsætisráðharri í dag, sambært BBC.

Boris Johnsen fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri í dag, siga bretskir miðlar (Henry Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix)

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, leggur frá sær. 

Tað skriva fleiri bretskir miðlar, teirra millum BBC.

Boris Johnson kemur við eini fráboðan inn tveir tímar, skrivar BBC, umleið klokkan 10.

Ein journalistur frá The Sun skrivar, at Johnson fer at vera sitandi sum leiðari í konservativa flokkinum, til ein avloysari er funnin.

Trýstið á Boris Johnson er vaksið munandi seinastu tveir dagarnar. Fleiri enn 50 ráðharrar og vararáðharrar hava lagt frá sær sum mótmæli ímóti Boris Johnson.

/ritzau/Reuters

 

Boris Johnsen fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri í dag, siga bretskir miðlar (Henry Nicholls/Reuters/Ritzau Scanpix)