Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, ætlar at taka brexit-avtaluna aftur, um stutta tíðarætlan hansara fyri lógarviðgerðini ikki verður hildin. Tað hevur hann sagt tinglimum í bretska undirhúsinum.
Um ikki brexit-ætlanin verður atkvødd ígjøgnum hesa vikua, verður hon slept, sigur hann í hóttanini.
Í staðin ætlar hann at royna at skriva út tjóðartingsval í Bretlandi.
Boris Johnson vil hava brexit-lógina samtykta sum skjótast, so Bretland kann fara úr ES 31. oktober. Eisini sjálvt um hann leygardagin sendi bræv til ES-formannin, Donald Tusk, har hann heitti á hann um at útseta dagfestingini fyri, nær Bretland skal úr ES.
– Um tjóðartingið forðar brexit og í staðin fær tað upp á sín máta og samtykkir at útseta tað … so fer stjórnin undir ongum umstøðum at halda fram við hesum, ávarar hann.
– Lógin má takast aftur, og vit vera noydd at flyta okkum ímóti einum vali.
– Til tað valið fer mítt argument at vera: Latið okkum megna brexit, sigur Boris Johnseon.
Tjóðartingið væntast at atkvøða klokkan 19 um, hvørt tingið stuðalar brexit-avtaluni, sum Boris Johnsson gjørdi við ES í síðstu viku.
Tingið skal eisini taka støðu til, um tað stuðlar tíðarætlanini, sum stjórnin hevur sett fyri at góðkenna brexit-avtaluna.
/ritzau/