Boris Johnson fer at steðga Super League

Bretski forsætisráðharrin fer at gera tað hann kann fyri at steðga Super League, sum seks ensk fótbóltsfeløg eru partur av.

 

Seks ensk fótbóltsfeløg eru millum tey 12 evropisku stórfeløgini, sum í nátt kunngjørdu ætlanir um at stovna sína egnu Super League.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur seg vera hart ímóti ætlanini og fer at gera sítt fyri at steðga henni.

– Ein evropisk Super League er ring tíðindi fyri viðhaldsfólki. Feløgini áttu at gjørt sum viðhaldsfólkið vil.

– Vit hyggja upp á alt, sum vit kunnu gera við fótbóltsmyndugleikarnar fyri at tryggja, at hetta ikki kemur víðari á hendan hátt, sum tað í løtuni er skotið upp, sigur Boris Johnson á tíðindafundi sambært Reuters.

Manchester United, Liverpool, Arsenal, Chelsea, Manchester City og Tottenham eru tey seks ensku feløgini, sum eru við í ætlanunum um útbrótarakappingina.

Tað fer at skaða Premier League, heldur Johnson.

– Ætlanir um eina evropiska Super League fara at skaða fótbóltin, og vit stuðla uppíblandingina hjá fótbóltsmyndugleikunum. Hesar ætlanir raka beint í hjartað á okkara heimligu kapping og fer at órógva viðhaldsfólk um alt landið, sigur Johnson.

Bæði Evropiska Fótbóltssambandi, Uefa, eins og nationalu sambondini hava raðfest, at feløgini og spælararnir, sum eru við í útbrótarakappingini ikki sleppa at spæla víðari í nationalu kappingunum, og spælararnir sleppa ikki við á landsliðini.

Tey 12 feløgini hava sambært AP tó sent bræv til eitt nú Uefa, har tey siga, at tey fáa løgfrøðisligan stuðul til at sleppa undan slíkum tiltøkum.

/ritzau/