Boris Johnson: - Eg eri skelkaður og keddur

- David Amess var ein maður, sum trúði upp á landið og framtíðina, sigur bretski forsætisráðharrin.

 

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur, at hann er skelkaður og keddur um floksfelaga sín, 69 ára gamla, David Amess, sum í dag varð stungin og dripin.

 

- Vit hava mist ein høgtelskaðan vin og starvsfelaga, sigur forsætisráðharrin sambært Reuters.

 

Boris Johnson lýsir David Amess sum eitt av fittastu fólkunum í politikki. - Hann var ein maður, sum trúði upp á landið og framtíðina, sigur bretski forsætisráðharrin.

 

David Amess umboðaði Southend West í landslutinum, Essex, í bretska parlamentinum, og hann varð álopin í einari metodistakirkju í dag undir einum veljarafundi.

 

Sambært bretskum miðlum kom ein maður inn í kirkjuna - Belfairs Methodist Church - við knívi og stakk politikaran fleiri ferðir. Hann doyði seinni av løstunum.

 

Løgreglan sigur eisini, at tey hava handtikið ein mann við knívi, sum nú verður skuldsettur fyri at hava stungið og dripið bretska parlamentslimin.