Boris afturvaldur í London

Tann litríki London-borgarstjórin Boris Johnson varð afturvaldur á kommunuvalinum í gjár. Eins og seinast stóð kappingin millum hann og fyrrverandi borgarstjóran Ken Livingstone úr Labour, men endin var, at Boris Johnson vann við trimum prosentstigum.

Labour var annars tann stóri vinnarin á kommunuvalinum. Flokkurin fekk 823 býráðssessir afturat. Hinvegin mistu tey konservativu 402 sessir, og Liberaldemokratarnir mistu 336.

Fyri landið sum heild var úrslitið, at Labour fekk 38 prosent av atkvøðunum, tann konservativi flokkurin 31 og teir liberalu demokratarnir 16 prosent.