Boripallur til Føroya í kvøld

Boripallurin West Phoenix kemur til Føroya í kvøld. Pallurin, sum hevur 8-9 fjóðinga ferð, fór úr Bergen í vikuskiftinum við kós móti føroyska landgrunninum. Tað fer at taka ein til tveir dagar at gera pallin kláran, og so verður sett á at bora á Anne Marie leiðini í ein landssynning úr Føroyum, umleið 10 kilometrar frá markinum til bretskt øki.

Tað er italska oljufelagið ENI, sum stendur fyri boringini, ið er ætlað at taka einar 75 dagar. Pallurin, sum er spildurnýggjur og millum teir mest framkomnu í heiminum at bora á djúpum vatni, er leigaður frá norska felagnum Seadrill.

Portalurin skilur, at nógv er um at vera inni á útgerðarstøðini í sambandi við boringina. Ein oljuskip er komið til Runavíkar og enn eitt kemur í morgin. Eli Lassen, stjóri sigur, at teir fegnast um, at tað loksins hevur eydnast at fáa pallin til Føroya.