Boripallur sokkin úti fyri Venesuela

Oljuboripallurin Aban Pearl sakk tíðliga í morgun úti fyri venesuelsku strondini. Tíðindini eru frá sjálvum forsetanum, Hugo Chavez. Sagt verður, at 95 fólk vórðu tikin av pallinum, áðrenn hann sakk. Oljumálaráðið í Venesuela sigur, at vandi er ikki fyri nakrari dálking.

Aban Pearl æt fyrr Bulford Dolphin, og tá átti norska felagið Fred Olsen hann. Hann er bygdur í 1977 og var ein partur av byrjanini av norska oljuævintýrinum.

Í fjør fór Aban Pearl at bora eftir nátúrgassi úti fyri venesuelsku landnyrðingsstrondini nærhendis oyggjunum Trinidad og Tobago.