OLJUVINNA
Faroe Petroleum boðar frá, at Wissey framleiðslubrunnurin, ið felagið eigur 18.75% av, er nú liðugt boraður við sera góðum úrsliti.
Boripallurin GSF Labrador er nú fluttur av loyvinum, sum Tullow Oil UK er fyristøðugfelag fyri. Tær teknisku royndurnar vístu nógv betri úrslit enn roknað var við, og mett verður nú, at parturin hjá Faroe Petroleum svarar til 2.200 tunnur av olju um dagin, tá umroknað verður frá gassi til olju. Framleiðsluøki liggur á bretska blokkinum 53/4D, umleið 10 km eystanfyri framleiðslupallin “Horne and Wren” sum Tullow eisini er fyristøðufelag fyri.
Gassið verður ført við rørleiðingi frá Wissey til ”Horne and Wren”, og siÁðani til Thames viðgerðarstøðina, har tað verður viðgjørt, áðrenn tað verður ført víðari til Bacton terminalin í Bretlandi.
Framleiðslan frá Wissey byrjar væntandi í seinnu helvt av 2008, og parturin hjá Faroe Petroleum, sum upprunaliga var mettur til at verða 1.800 tunnir um dagin, fer væntandi at liggja ímillum 1.800 og 2.200 tunnur um dagin (umroknað frá gassi til olju).
Fyri alt tiÁðarskeiðið, ið framleitt verður, er parturin hjá felagnum mettur til 5.9 milliardir kubikkføtur av gassi, sum svarar til umleið eina millión tunnir av olju, men møguleiki er fyri, at tað eru meiri gass kolvetni í Wissey kelduni.
Faroe Petroleum eigur í dag tilsamans 43 loyvir, iÁroknað 7 gass loyvir í Norðsjónum. Loyvini eru Wissey, Schooner, Minke, Orca, Topaz, Breagh and Trym.
Við árslok 2008 verður framleiðsla frá Wissey, Schooner and Minke, meðan hini f?ra feltini væntandi verða útbygt til framleiðslu innan 2 ár.
Faroe Petroleum hevur uppá stutta tiÁð fingið tilvega eina framleiðsluportifølju í Norðsjónum, har onnur feløg eru fyristøðufeløg. Inntøkurnar eru gott fíggjarligt íkast til til teir 26 brunnarnar, sum felagið hevur lagt til rættis at bora tey komandi tvey árini.
FullfiÁggjað tiÁðindaskriv á enskum er á heimasiÁðu felagsins (www.faroepetroleum.com).