Jarðfeingi hevur játtað umsókn frá Statoil um fyribils at gevast við at bora brunnin 6104/21-2, eisini nevndur Brugdan ll og at taka arbeiðið upp aftur næsta ár.
Avgerðin er grundað á, at hetta tøkniliga og jarðfrøðiliga er ein avbjóðandi verkætlan, og fremsta mál er at fáa best møguligt úrslit burturúr. Boringin av brunninum byrjaði 17. juni í ár, og væntaði fyristøðufelagið, at arbeiðið fór at taka fýra fimm mánaðir.
Tá ið arbeiðið nú vísir seg at taka longri tíð, og veturin stendur fyri durinum, kann væntast, at vánaligt veður fer at darva arbeiðinum. Tí verður tað mett skilabetri at steðga á og taka arbeiðið upp aftur komandi ár.
Nú verður riggað av, og væntandi fer pallurin Cosl Pioneer av økinum miðskeiðis í vikuni.
Loyvi 006 varð latið í fyrsta útbjóðingarumfari í 2000. Hetta er annar brunnurin, ið verður boraður í hesum loyvisøkinum. Fyrri brunnurin 6104/21-1, varð boraður í 2006.
Fyristøðufelag í loyvi 006 er Statoil. Hinir loyvishavararnir eru ExxonMobil og Atlantic Petroleum.