Í góðan mánað hava oljufeløgini Chevron, Statoil, Dong og OMV bora ein sera týdningarmiklan brunn í bretskum øki, skamt frá føroyska markinum. Hetta er tann fyrsti av trimum avmarkingar- og metingarbrunnum á tí nógv umrødda Rosebank/Lochnagar oljufundinum, ið varð gjørt fyri tveimum árum síðani. Og sum verður mett at vera eitt stórt oljufund, og um væl vil til í hesi boriverkætlanini, so kann hetta enda við eini útbygging, sum tá fer at liggja tætt upp at føroyskum øki. Og harvið bæði óbeinleiðis og beinleiðis fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting og møguliga framleiðslu á okkara landgrunni.
Okkurt kundi bent á, ljóðar tað frá oljuumhvørvinum í Aberdeen, at henda síðsta boringin sær út til at hava givið eitt positivt úrslit. Enn er tó ov tíðliga at gera niðurstøður, tí stutt er fráliðið í hesi stóru boriætlan. Ein av trimum brunnum er boraður. Talan er um at staðfesta, um Rosebank er eitt stórt oljufund, ið fyrstu brunnarnir hava víst. Nú seinasta boringin á føroyska landgrunninum varð eitt vónbrot eru øll eygu í oljuheiminum vend móti brunnunum, ið verða boraðir á Rosebankleiðini. Chevron, ið er eitt tað mest virkna á Atlantsmótinum, hevur góðar vónar til økið og hevur gjørt stórar íløgur í leitingina. Eisini er felagið við at byggja boripall og boriskip, ið skulu bora á Atlantsmótinum komandi árini. Chevron fekk annars sítt fyrsta loyvi á føroyska landgrunninum í 2. útbjóðing í fjør.
Felagið hevur eftir øllum at døma gjørt eitt stórt fund í basaltløgum einar 15 fjóðringar frá føroyska markinum. At gera oljufund í basaltløgum er rættiliga óvanligt, og tí er eisini sera stórur áhugi fyri boringunum millum altjóða oljufeløg, ið framvegis trúgva uppá Atlantsmótið. Tað eru tey oljufeløg, ið halda, at Atlantsmótið, ið eisini Føroyar eru partur av, kunnu blíva ein nýggjur Norðsjógvur í oljuhøpi. Spurningurin er bara um tíð. Áhugavert er at býta merki í, at feløgini, ið eru við í boringunum á Rosebankleiðini á bretska landgrunninum, eisini eru við í leitingini við Føroyar. Vánalig úrslit á Rosebank og hjá BP á Williamleiðini í summar kunnu gerast stórt afturstig fyri oljuleiting við Føroyar. Men sum longu umrøtt so kunnu positiv úrslit á hesum báðum leiðum ella eini teirra fáa alstóran týdning fyri framtíðar oljuleiting á Atlantsmótinum. Og so skulu vit heldur ikki gloyma spennandi brunnin, Anne Marie, sum ENI og Føroya Kolvetni fara at bora í 2008 á føroyska landgrunninum.