Boriarbeiðið verður avmarkað

Arbeiðið at gera nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal stytta farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið, hevur gingið eitt sindur seinni síðstu vikurnar eftir, at arbeiðstoymið á Hvítanesi bleiv seinkað av leysum tilfari. Eisini í farnu viku var arbeiðið seinkað. Tað skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á facebook-síðu síni.


- Á Hvítanesi verður framvegis arbeitt við trygging av eini sokallaðari gongd, við leysari tilfarið. Harumframt verður vegabreyt gjørd í tunlinum, so boriarbeiðið verður eisini avmarkað komandi vikuna. Seinastu viku vóru 6 metrar boraðir. Til samans eru nú sprongdir 2.581 metrar á Hvítanesi, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar.


Longst kom tunnilstoymið, ið spreingir frá rundkoyringini móti Hvítanesi. Í farnu viku blivu sprongdar 48 metrar á tí teininum og eru tilsamans 682 metrar nú sprongdir frá rundkoyringini móti Hvítanesi.


Móti Rókini vórðu sprongdir 33 metrar. Har eru til samans sprongdir 479 metrar, upplýsir tunnilsfelagið.


Nú byrjar so smátt eisini at nærkast, at toymini eru komin hálva leið í boriarbeiðinum. Tilsamans eru nú sprongdir 5.367 metrar av 11.250 metrum.