Borgirnar báðar á Sørvági

Mikudagin vóru »Varðborg« og »Akraborg« á Sørvági og steðgaðu í nakrar tímar

ólavur í Beiti


Mikudagin vóru »Varðborg« og »Akraborg« á Sørvági og steðgaðu í nakrar tímar. Hetta var ein framsýningartúrur á Sørvág, og eisini skuldi onkur umvæling gerast á øðrum trolaranum. Pf. Vesturvón í Sørvági hevur nú yvirtikið trolararnar, men stórvegis aðrar broytingar verða ikki í fyrstu atløgu sambært stjóranum í Pf. Vesturvón.

Ólavur Petersen sigur, at ongar broytingar verða gjørdar við manskapinum og avreitt verður, har mest er at fáa fyri fiskin. Viðvíkjandi spurninginum um kostnað av Borgunum báðum sigur stjórin, at kostnaðurin verður ikki upplýstur. Nevnt hevur verið, at yvirtøkan hevur kostað einar 11 milliónur krónur, men henda upphædd er kostini ongantíð váttað.

Jálup Suni Lauritsen