Tað byrjaði so væl í Klaksvík seinasta heyst, tá Tónleikafelagið Sjey 00 byrjaði at skipa fyri dansi. Eftir at Lognbrá stongdi á føstulávint 2001, var ongin dansur í hálvtannað ár. Men so lat Sjey 00 Borgina upp, sum helt til í somu hølum sum Lognbrá. Men stokkut var gleðin.
Seinasta tiltakið, sum Sjey00 skipaði fyri í Borgini, var White Flag konsertin tann 13. desembur.
Í Klaksvík letur tað ikki til, at størsti trupulleikin er áhugin at skipa fyri dansi, men heldur er tað ein hølistrupulleiki, sum tykist at vera sera torførur at loysa.
Gulli Johansen, formaður í Tónleikafelagnum Sjey 00, sigur, at felagið roynir at finna høli, men tað er sera trupult. Hann sigur eisini, at tað at felagið misti hølið, har Borgin var, tók luftina úr arbeiðinum hjá felagnum. Serliga fíggjarliga.
Men Gulli sigur tó, at tey royna at halda fram við teirra arbeiði og royna at finna onnur hóskandi høli.
- Tað er ongin ivi um, at tey ungu í Klaksvík hava stórliga brúk fyri at sleppa at ganga í dans. Tað fingu vit prógv um, tá Borgin lat upp. Fleiri komu til okkara og takkaðu okkum fyri. Og enn ringja tey næstan hvørt vikuskiftið og spyrja, um og nær tað verður dansur aftur í Borgini, sigur ein sera harmur Gulli Johansen.