Ein lektari í Aarhus Universiteti setur nú spurnartekin við, um undirhaldssendingin "Borgen" ikki skapar eitt misálit millum danir á politisku skipanina og á miðlarnar.
Síðani 2010 hevur DR víst eina dramasending, sum snýr seg um lívið á Christiansborg. Sendirøðin hevur í stóran mun lagt upp til, at hetjan í sendingini er Birgitte Nyborg, sum virkaði sum forsætisráðharri í Danmark fyrstu tvey umførini, men hesaferð roynir hon at stovna ein nýggja flokk, tí vald hevur oyðilagt allar flokkar og politikarar á Borgini.
Hendan boðskapin heldur lektarin Michael Böss vera vandamiklan fyri politisku skipanina og miðlaheimin í Danmark.
Lektarin vísir á, at tá ið sendingin fyrst varð almannakunngjørd í 2010, segði framleiðarin Adam Price, at flokkarnir, sum vóru við í sendirøðini, einans vóru uppfunnir og ikki skuldu samanberast við veruligar danskar flokkar. Men kortini staðfesti hann, at sendingin tekur støði í veruleikanum í Danmark í ein ávísan mun, og at flokkarnir í sendirøðini líkjast teimum veruligu flokkunum.
Lektarin spyr tí hvørja ávirkan hetta kann fáa í longdini á politiska trúvirði og trúvirði hjá journalistum. Hann vísir á, at í fjør summar vísti ein nýggj kanning, at á einum lista yvir hvønn danir hava mest álit á, vóru politikarar á einum 20. plássi, meðan journalistar vóru á einum 18. plássi.
Tí spyr lektarin, um hetta er tilvildarligt, ella um hetta kemst av, at DR í bestu senditíð seinastu árini, hevur víst eina sending, sum gevur eina neiliga mynd av politikarum og journalistum.
Sendingin verður víst á DR1 hvørt sunnukvøld klokkan 19.00 føroyska tíð.
Hetta sigur lektarin Michael Böss við Kristiliga Dagblaðið í Danmark.